Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Søk starv

Søk starv

Faroe Offshore Service hevur áhaldandi tørv fyri starvsfólki at arbeiða á verkætlanarstøði (projektbasis).

Er tú elektrikkari, maskinmaður, smiðjur ella sveisari, so er tú vælkomin at lata okkum tínar persónligu upplýsingar.

Sum starvsfólk hjá Faroe Offshore Service umboðar tú okkara felag, og ert okkara andlit úteftir, og seta vit tí okkara álit á teg sum starvsfólk.

Títt arbeiði er viðvirkandi til, at vit kunnu fáa uppgávur, sum tær dámar.

Skráset teg, og vit seta okkum í samband við teg so skjótt sum tørvur er á tí.

Um starvið

Krøv til elektrikarar

Sveinabræv sum elektrikari/installatør. Eitt høvuðskrav fyri at kunna arbeiða sum sjálvstøðugur elektrikkari á verkætlanum í Norra, er ein sokallað DSB góðkenning. Hetta er ein norsk góðkenning av tínari elektrikkara útbúgving í heimlandinum. Á summum verkætlanum kann ein fáa starv sum hjálpar elektrikkari uttan DSB, - men tað er undantaksvís.

Fyri at fáa DSB góðkenning krevst ein váttan frá einum av tínum arbeiðsgevaru í heimlandinum, ið váttar, at tú hevur arbeitt sum sjálvstøðugur, útbúgvin, elektrikkari í minst eitt ár.

Faroe Offshore Service hjálpir tær fegin at søkja um DSB. 

Tess fleiri prógv umsøkjarar hava, so sum FSE, EX, AT/SJA, Fallsikrings- og Fyrstahjálparaprógv, tess betur eru starvsmøguleikarnir. Krav er tó ikki altíð til hesi prógv frá viðskiftafólki okkara, men vit vilja mæla umsøkjarum til at útvega sær hesi.

Skal ein arbeiða í Offshore, so er krav, at ein hevur eitt sokallað Offshore-skeið. 

Turið Holm Johannesen (222555) er góðkendur petroliumslækni í Norra, og sjóvinnulækni í Føroyum, og hevur mynduleika at skriva út heilsuváttan. Eisini hava Georg Egholm (512602) og Pál Weihe (216696) læknar útvegað hesa heilsuváttan.

Heilsuváttan er galdandi í tvey ár.

Leinkja til heimasíðuna hjá Turið Holm Johannesen er her: www.sjovinnulakni.fo.

 

HTU-politikkur

Faroe Offshore Service setur persónliga trygd í hásæti. Faroe Offshore Service arbeiðir miðvíst fyri at umganga skaðar, óhapp, heilsuskaðar ella skaða á persónliga ogn ella ogn og útgerð hjá øðrum.

Øll starvsfólk hjá Faroe Offshore Service fáa handaða eina lítla trygdarhondbók við álmanakka, har Heilsu-, Umhvørvis- og Trygdarpolitikkurin hjá felagnum er lýstur.

Álagt verður øllum at lesa og fylgja innihaldinum í Trygdarhondbókini. 

Skráset teg